Tá eg vinleysur verði

Lag: Poula Thomsen, I.P. Lowry
Týtt: Petur William Háberg

1. Tá eg vinleysur verði,
hann varðveitir meg,
tá eg syndaneyð beri,
hann varðveitir meg.
Tá eg treingi til hann
og ei orð finna kann –
tað finst ein, sum varðveitir meg!

Niðurlag:
Hann varðveitir meg,
hann varðveitir meg,
hann gleðina, sorgina skiftir.
Hann skal turka hvørt tár,
og í dag sum í gjár
hann grøðir hvørt bløðandi sár.

2. Tá ið longsilin tærir,
hann varðveitir meg,
gerast stormarnir harðir,
hann varðveitir meg.
Antin lívsleið mín skal
yvir fjall ella dal –
tað finst ein, sum varðveitir meg!

3. Tá ið vilji mín brotnar,
hann varðveitir meg,
tá ið hjarta mítt blotnar,
hann varðveitir meg.
Hvat enn lutur mín er,
hvat enn framtíðin ber –
tað finst ein, sum varðveitir meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin