Tá vit hittast við vøllin

Tað er sunnudagur og øll hava frí
fótbóltsdystur er og klokkan hon er trý
vit fara niðan á vøllin, øll eru glað
vóna at KÍ vinnur í dag

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
tá standa øll saman og rópa á KÍ

Eg finni mær eitt pláss so eg kann fylgja við
rópi og skráli á KÍ mítt lið
og meðan sólin skínur á okkar’ vakra bý
rópa øll í felag koyrið á KÍ

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
tá standa øll saman og rópa á KÍ

Hygga síggj nú fekk KÍ aftur eitt mál
tað gleðir mítt hjarta og mína sál
tað gott er at síggja at øll eru glað
nú vóna vit at vinna hetta fleiri ferð á rað

í trýssjunum vóru KÍ altíð best
og vit hava vunnið FM heiti flest
gott er at vita at ungir taka við
sum stríðast sum úlvar fyri síni lið

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
tá standa øll saman og rópa á KÍ

Dómarin bríkslar, dystur lokin er
mannahópur stórur inn á vøllin fer
at heiðra okkar’ unga, góða lið
sum enn einaferð hevur fingið tvinni stig

Tá vit hittast við vøllin er gloymt alt stríð
tá standa øll saman og rópa á KÍ

FavoriteLoadingGoym tekstin