Tá vit í størstu neyðum stá

Orð: P. Eber
Týtt: Jákup Dahl
Lag: Gamalt føroyskt sálmalag

1. Tá vit í størstu neyðum stá
og vita onga hjálp at fá,
ei vita okkum veg, ei ráð,
um sárt várt hjarta gráta má.

2. Tá eina tað vár uggi er,
at vit øll somul einmælt her
ákalla Guð, vár’ hjálparmann,
sum út úr neyðum bjarga kann.

3. Guð, faðir góði, sorgarstund
vit til tín hevja sál og lund,
um fyrigeving biðja teg,
at reiði tín má blíðka seg!

4. Tú lovar, at títt blídni fá
skal hvørt tað barn, teg heitir á;
vit biðja teg í Jesu navn,
tak okkum í tín faðirfavn.

5. Tú várar syndir ikki goym,
vár stóru misbrot øll tú gloym!
Í hvørji neyð statt okkum hjá,
hvørt bágaverk vend okkum frá!

6. Og tá vit øll av hjartans grund
tær fegin takka hvørja stund,
tær lýðin tæna hvønn ein dag,
tær ævigt lova, sæl og glað!

FavoriteLoadingGoym tekstin