Tað besta í mær

Orð: Niclas Johannesen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

Flýgur tú føgur og følin
sveimar í lýsing avstað,
veturin kámur og kølin
eg detti um doyggjandi dag.

Hugurin mist hevur flogið,
sólin brátt søkkur í kav,
litfarin er morgunroðin,
smokkar í endaleyst hav.

Niðurlag: Fuglarnir tiga.
Vónin er fjar.
Ja, hvat skal eg siga?
Tú átti tað besta í mær.

Í hvirlunum tøvandi tøgnin
etur av kærleikans vón,
sig mær um sonn er tann søgnin,
at kavarok versnar móti nón.

Hvat var tað, hvat er tað mín kæra,
var onkur, ið kastaði stein?
Sig mær, hví mátti tú fara,
kemur tú nakrantíð heim?

Sólin fær tankar at tiðna,
kaffi er bryggjað og heitt,
kann kærleiki lekjast í Kina?
Eg droymi, at vit eru eitt.

Niðurlag: Brátt fuglarnir syngja.
Vónin er nær.
Klokkurnar ringja.
Tú eigur tað besta í mær.

Fuglarnir tiga,
tú átti tað besta í mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin