Tað besta til tín

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Havi livað sum tey flestu
mangar dagar søplað burt
Í huga standa royndir
og tað ið mær var dýrt
Um longsulin fer víða
á vegnum uttan sýn
Tað besta sum eg finni
eg goyma vil til tín

Eg vil goyma tað besta til tín
Eg vil goyma tað besta til tín
Onga løtu ivast skal
Alt eg vildi væl
Eg vil goyma tað besta til tín

Hvør fær avlat fyri syndir
hvør fær tváað hjartað reint
Kunnu vála gjøgnum lívið
koma ongantíð beint
Ofta tíðin broytir meining
sum kærleiki og sút
Ein innast inni vakrast er
tá rangan vendir út

Eg vil goyma tað besta til tín
Eg vil goyma tað besta til tín
Onga løtu ivast skal
Alt eg vildi væl
Eg vil goyma tað besta til tín

Tá ið tíðin takkar fyri
og skilnaðarstund er svár
Vit undrast yvir lívið
og møguleikans ár
Eru veik sum heystarblaðið
sum summarsólin sterk
Sum meistarin ið skapar
verður tú mítt síðsta verk

Eg vil goyma tað besta til tín
Eg vil goyma tað besta til tín
Onga løtu ivast skal
Alt eg vildi væl
Eg vil goyma tað besta til tín

FavoriteLoadingGoym tekstin