Tað bleiv so lætt, tá byrðan fall av

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í januar 2010.

1. Tað bleiv so lætt, tá byrðan fall av,
tað bleiv so lætt, tá byrðan fall av,
mín sál varð tváað sum snjó,
loyst við Guðs Sonar blóð,
ja, alt er horvið, sum niður meg dró.

Niðurlag: Tað bleiv so lætt, tá byrðan fall av,
hon hvarv í gloymskunar botnleysa hav,
ei meira Guð hana sær,
fyrigivin eg varð,
hvørt ok og hvør leinkja varð loyst av mær.
Tað bleiv so lætt, tá byrðan fall av,
hon hvarv í gloymskunnar botnleysa hav.

2. Í heimsins leinkjum bundin eg var,
eg tungu syndabyrðuna bar,
men Jesus sá mína neyð,
frið og frelsu mær beyð,
ja, tváað av mær varð synd mín so reyð.

3. Við løttum hjarta heimá tað ber,
ei meira syndin í sál mína sker,
mín sál nú frígjørd og glað
stevnir móti Guðs Stað,
eg nærkist málinum sæla hvønn dag.

4. Um syndin plága og tyngja teg man,
lat Jesus hana, ja, ber alt til Hann,
á, hoyr, lat fara títt stríð,
sál tín gerast kann frí,
so glaður sangin tú tríva kanst í:

FavoriteLoadingGoym tekstin