Tað blóð, á krossinum fleyt hin dag

Orð: Andraé Crouch (1. og 2. ørindi) og Árni Jacobsen (3. ørindi)
Lag: Andraé Crouch
Týtt: Árni Jacobsen (1. og 2. ørindi)

1. Tað blóð, á krossinum fleyt hin dag
á hinum oydna stað,
tað blóðið gevur megi dag um dag,
aldri missa tað kann sín mátt!

Niðurlag: Tað røkkur upp til fjallanna hæddir
og flýtur í djúpastu dalar.
Tað blóðið gevur megi dag um dag,
aldri missa tað kann sín mátt!

2. Tað linar pínu og grøðir sár,
turkar burt sorgartár.
Tað blóðið gevur megi dag um dag,
aldri missa tað kann sín mátt!

3. Frá syndaskuldum tað gevur grið,
veitir í ævir frið.
Tað blóðið gevur megi dag um dag,
aldri missa tað kann sín mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin