Tað blóð, sum rann á krossinum

Orð: Jákup Olsen
Lag: Lelia N. Morris

1. Tað blóð, sum rann á krossinum
á Golgata hin dag,
frá dóminum, frá deyðanum,
frá øllum frelsir tað;
hans blóð í dag enn hevur kraft,
ta somu, sum tað hevur havt.

Niðurlag:
Ja, Jesu blóð, hitt dýra Jesu blóð,
tað frelsir enn í dag,
tað frelsir enn í dag;
tað frelsir øll, sum líta seg á tað,
tað frelsir enn í dag.

2. Hann sá ta neyð, sum tú vart í,
hann visti, at tú var
fortaptur, um hans blóð ei rann
og frelsu veitti tær;
tí fleyt hans blóð, hitt einasta,
sum frelsa kann ein syndara.

3. Hans blóð, tað ber tey boð til tín,
at straff tín borin er,
og um tú trýrt á tað, so ert
tú frelstur nú og her,
tí alla tína skuld galt tað,
kom, trúgv og lít á tað í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin