Tað blóðið er, tað blóðið er

Lag: William H. Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað blóðið er, tað blóðið er,
sum loysir sálir út;
tað blóðið er, sum rindar skuld
og bøtir neyð og sút.

2. Tað blóðið var, sum einaferð
sást durastøvum á,
ei Harrin fór inn um tær dyr,
har hann tað merki sá.

3. Ei nakað annað frelsti tá,
ei annað frelsir enn;
ei boðorð hørð, bert Jesu blóð
kann reisa falnar menn.

4. Eg síggi blóðið! rópar Gud
til okkara í dag;
ei doyggja skal tann sál, ið trýr
og lítur seg á tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin