Tað er aldri so myrkur dagur

Orð: Anna B. Russell
Lag: Ernest O. Sellers
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað er aldri so myrkur dagur,
tað er aldri ein nátt so long,
at tann sál, sum á Jesus lítur,
ei finna kann ein song.

Niðurlag:
Dýri og signaði Jesus!
Hann í hjartað mær legði ein song,
ein song, sum ber frælsi, ber styrki, ber mót –
hann í hjartað mær legði ein song.

2. Aldri boyggir slík sorg meg niður,
aldri tyngdur so eri eg,
at ei Jesus meg ber ígjøgnum,
hann, sum so elskar meg.

3. Tað er aldri tað tap, tann missur,
ei slík umsorg, slík trongd á mær,
sum eg ei kann til krossin bera
og finna lætta har.

4. Eingin syndari er so sokkin,
eingin viltist so langt av leið,
at ei blóðið hann fult kann frelsa,
at Gud hann elskar ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin