Tað er ein kelda, fylt við blóð

Orð: William Cowper
Lag: Ókend/ur
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: There is a fountain

1. Tað er ein kelda, fylt við blóð,
úr Jesu æðrum rann,
og syndarin í hesi flóð
frá øllum reinsast kann.

Niðurlag: Halleluja, Guds dýra Lamb,
sum leið á Golgata!
Halleluja, prís veri tær,
tú eigur æruna!

2. Hin ránsmaður í deyðastund
ta reyðu keldu fann;
tá eg við hana kom á fund,
eg reinur varð sum hann.

3. Áh, tú Guds Lamb! Hin kelda reyð,
hon missir ei sín mátt;
hon frelsir tíni, savnar tey
til tín í Himli hátt.

4. Og síðani eg sá hitt blóð
og friður mín varð tað,
tað vera skal mítt takkarljóð
inntil mín síðsta dag.

5. Tá henda arma tunga mín
ei meir tær prísar her,
í Himli betri prís til tín
um blóðið hon tær ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin