Tað er ein onnur, betri verð

Orð: John Lyth
Lag: John Hayhurst
Týtt: Jákup Olsen

1. Tað er ein onnur, betri verð,
ljós og góð, ljós og góð,
har synd og deyði ikki er,
ljós og góð, ljós og góð,
har heiløg gyltar hørpur slá,
har gleðisongur ljóðar frá,
við lívsins træ og lívsins á,
ljós og góð, ljós og góð.

2. Hitt ónda finst ei har, áh, nei –
útistongt, útistongt!
Har deyði, dómur saka ei –
útistongt, útistongt!
Hin frelsti er har Gudi nær,
men ófrelst eru ikki har,
ei nakað syndigt atgongd fær –
útistongt, útistongt!

3. At keypa okkum stað hjá sær
Jesus leið, Jesus leið;
hvør, á hann trýr, nú atgongd fær –
Jesus leið, Jesus leið.
Hvør bundin sál kann verða frí,
hin ljósa staðin koma í,
hin deyði brátt skal livna, tí
Jesus leið, Jesus leið.

4. Nú, hvør ein sál, sum leingist, kom,
kom í dag, kom í dag!
Foreldur, systir, bróðir, kom,
kom í dag, kom í dag!
Áh, kom, áh, kom, tí tíðin fer,
nú dagurin brátt liðin er,
og náttin nærkast – skjótur ver,
kom í dag, kom í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin