Tað er ein signað náði, at hoyra Guði til

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað er ein signað náði, at hoyra Guði til,
eg einki her skal óttast tí Hann meg varða vil.
:,:Eg gangi ikki eina, Hann mær við síðu er,
meg leiðir allan vegin, til Himmalin meg ber.:,:

2. Um trúarhimmal mín tykist klárur ella ei,
eg syngi: Halleluja! á míni himmalleið.
:,:Har arvarætt eg eigi, sum eg skal fáa brátt,
tí Andin klárt mær sigur, eg heima eri skjótt.:,:

3. Væl gjørdist eg ein dári í heimsins eygum her,
mín frelsugleði einki teim “klóku” sigur her!
:,:Tey rista bert sítt høvur og tykja synd í mær,
men glaður eg tó eri, tí eg jú frelstur varð!:,:

4. Tú hevur hug at undrast: Hví er hann vorðin so?
Tá svari eg, at Jesus mær sendi frelsuboð!
:,:Hann keypti meg við blóði, sum pant mær Andan gav,
sum klára morgunstjørnan Hann lýsir mær um hav.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin