Tað er einans ein vegur til frelsu

Orð: Eben Eugene Rexford
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Only one way

1. Tað er einans ein vegur til frelsu:
Hin krossins, men dýrmæta leið.
Hon gjøgnum Getsemane gongur,
við tornum, har fóturin steig.
Tó trong, hon við dýrdleika skyggir
við himmalskum lyftum á ferð.
Er hon ósløtt og torfør at ganga,
so náði í yvirflóð er.

Niðurlag: Tað er einans ein vegur til frelsu:
Hin krossins, dýrmæta leið.
Tað er einans ein vegur til frelsu:
Hin krossins, men dýrmæta leið.

2. Tað er einans ein vegur til frelsu!
Hann byrjar við Golgata træ,
um iðranardalin hann gongur,
úr syndanna díki og stað.
Mong vitni hann fargaðu reyðan,
og tárini runnu so stríð,
men hann er tó hin einasti vegur,
sum leiða kann Himmalin í.

3. Tað er einans ein vegur til frelsu,
hann tykjast kann trongur sum er,
við fjøllum av royndum og sorgum,
við gremju um oyðimørk her.
Men Jesus, sum syndarar frelsir,
skal fylgja og leiða hvørt stig.
Hann skal styðja og troysta og bera.
Trúgv á hann og ja honum sig!

FavoriteLoadingGoym tekstin