Tað er einki dulsmál

Orð og lag: Stuart Hamblen
Týtt: Zacharias Zachariassen

Sum tíðin fór um bak, ein nýggjan dag tú aftur
sært, kanska, hóast stríð, av leið tú mangan vart.
Tú styrki hevur roynt at fá, ja, dirvi manga ferð
– tó, miss ei mótið, vinur, men lurta, hoyr nú her:

Tað er einki dulsmál, hvar tú fært frið –
tað, hann veitti øðrum, tær hann veitir við.
Við opnum ørmum hann býður grið.
Tað er einki dulsmál, hvar tú fært frið.

Ei er á fold so myrk ein nátt, at hann ei vegin
sær, um tú vilstur ert, er hann tó altíð nær.
Ei Satans vald teg sigra kann, um Gud er álit
títt, lít á hans hollu lyfti, sum lýsa bjart og blítt.

FavoriteLoadingGoym tekstin