Tað er einki sum hitt gamla orðið

Orð: Emma M. Johnston
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Jákup Olsen

1. Tað er einki sum hitt gamla orðið:
Náði frí, náði frí!
Tað frelsu hevur mongum borið:
Náði frí, náði frí!
Mong sál har frið og frælsi fann,
fekk mót og kraft, tá stríðið brann,
og nú við gleði syngja kann:
Náði frí, náði frí!

Niðurlag:
Tað er einki sum hitt gamla orðið:
Náði frí, náði frí!
Tað frelsu hevur mongum borið:
Náði frí, náði frí!

2. Í Jesusi er frelsa givin,
Náði frí, náði frí;
hans deyði lív er okkum blivin –
náði frí, náði frí!
Hvør vil ei bera boðið tað
um hann, sum gav á krossin træ
sum syndoffur sítt blóð hin dag! –
náði frí, náði frí!

3. Frá tíð til tíð er hetta orðið:
Náði frí, náði frí!
Frá strond til strond hitt boð er borið:
náði frí, náði frí!
Og tá ið tíðin úti er,
Guds vitni sigurskrúnu ber;
hin songur allar ævir er:
náði frí, náði frí!

FavoriteLoadingGoym tekstin