Tað er eitt fast orð: Hann er vár friður

Orð: Joël Blomqvist
Lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað er eitt fast orð: Hann er vár friður;
ei til at døma kom hann her niður,
men til at frelsa, leita upp tann,
sum hjálp ei í sær sjálvum fann.
Hoyrið hvør, áh, stríðið er vunnið,
hoyrið hvør, áh, blóðið er runnið,
ei fyri meg bert, nei, fyri teg,
blóðið er runnið fyri teg!

2. Tað er eitt fast orð: Kristus er deyður,
frið hevur gjørt hans blóðstreymur reyður;
ljóði um hav, um oyggjar og fjøll:
Kristus er deyður fyri øll!
Hoyr, hvør sál, áh, Kristus, hann bløddi,
hoyr, hvør sál, áh, stríðið hann møddi,
ei fyri meg bert, nei, fyri teg,
bløddi og stríddi fyri teg!

3. Áh, hvørt eitt undur var tað, her hendi:
Gud sjálvur Son sín til okkum sendi!
Tað er eitt fast orð, alt álit vert:
Frið fær ein sál í honum bert.
Eina hann, áh, syndari, hoyr tað,
eina hann, áh, syndari, trúgv tí!
Hvíl teg á klettinum sum tú er,
kletturin Kristus trygt teg ber!

FavoriteLoadingGoym tekstin