Tað er eitt, sum gevur megi

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Maoriskt. Z. Zachariassen

1. Tað er eitt, sum gevur megi,
tá ið lívið tykist tregið,
sum í sorgum skapir gleði,
tað er henda vón:

Niðurlag:
Áh, sæla vón,
Jesus kemur brátt,
á middegi, nón,
ella mitt á nátt.
Áh, dýra vón,
eg skal Jesus sjá,
áh, signaða vón,
honum vera hjá.

2. Lat tað kennast, har eg eri,
lat tað merkja alt, eg geri,
at í huganum eg beri
hesa dýru vón.

3. Tá so tíðin her er svunnin,
fagur sigurskransur vunnin,
tá av sonnum er upp runnin
henda sæla vón:

FavoriteLoadingGoym tekstin