Tað er gott at eiga Jesus, nú tú ungur er

Tað er gott at eiga Jesus, nú tú ungur er,
í tí ljósu, glaðu barnatíð,
áðrenn syndaeitrið sleppir inn og skaða ger,
hvíla Jesus eymu ørmum í!

Tað er gott at eiga Jesus, nú tú ungur er,
og at tala um hans dýra navn.
Tá so barnatíð og barnaspæl frá okkum fer,
hvílir sálin í tí tryggu havn.

Tað er gott at lýða Jesus, nú tú ungur er,
og at kenna tá hans søta frið!
Tá ið sinnið fyrst av synd og vantrúgv markað er,
tá er tungt og trekt at venda við.

Gott at Jesusi at tæna, nú tú ungur er,
til hans akrar skunda sær avstað!
Hvussu lítið enn tað er, ein fyri Jesus ger,
vil hann hundrað ferðir løna tað.

Tað er gott at vænta Jesus, nú tú ungur er!
Skjótt hann kemur tekur síni heim.
Hann skal gleða síni elskaðu, ið grótu her,
og ein hvítan klædning geva teim.

FavoriteLoadingGoym tekstin