Tað er so gott at elska Gud

Victor Danielsen
Orð: Anders Nilsson
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað er so gott at elska Gud,
lýða Gud, æra Gud,
so gott at vera barn títt, Gud,
og eiga teg til lut!
Tá eg frá tær langt burtur stóð,
tú gavst mær frið við Jesu blóð,
synd mína fyrigavst tú mær –
áh, sum tú góður var!

2. Í Jesusi eg eigi frið,
eigi frið, eigi frið,
hann er mítt lív, mín rættvísi,
nú og í ævir við;
er trúgv mín veik, hann sterkur er,
til hvíldar mína sál hann ber,
eg eri sælur hvørja stund
á orðsins føstu grund.

3. Men um tað stormar runt um meg,
runt um meg, runt um meg,
í honum tryggur eri eg,
hann kennir væl mín veg;
um jørðin víkur út av leið,
hans tróna stendur, vikast ei,
hans harradømi stendur fast,
um jørð og himmal brast.

4. Og skjótt hann heim nú tekur meg,
tekur meg, tekur meg,
og honum líkur verði eg,
eg fari trygt mín veg.
Eitt stað eg eigi honum hjá,
tað veit eg, tó eg ei tað sá,
og gjøgnum allar ævir har
eg prísi, Jesus, tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin