Tað er gott at vera Jesu lítla lamb

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Juliane Nilsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í februar 2007

1. Tað er gott at vera
Jesu lítla lamb.
Hann vil lamb sítt bera,
eg vil elta hann.

2. Tað er gott at vera
hans, sín eygnastein,
heiður honum bera,
skína klár og rein.

3. Tað er gott at vera
ein av øllum teim,
og sum hann vil bera
í sítt himnaheim.