Tað er ikki tað tú sigur

Orð og lag: Jan Græsel og Anne Linnet
Týtt: Steintór Rasmussen

Hurð tín læsist eftir tær
Stongt var alt innanífrá
Standi har
Hvat havi eg gjørt skeivt
Eg royni bert
At koma á tal við teg

Og tú hevur roynt at elskað
Roynt at givið part av tær
Men eg veit
Tú goymir hjartað títt
Men onki verður
Sum tað áður var

Tað er ikki tað tú sigur
Men lygnin talar fyri seg
Tað er meira tað
At tú tigur
Tað er mátin ið tú fert avstað

Royndi tú við tínum tosi
Segði tað sum er og var
Í eygunum eitt lítið erligt brá
Í røddini
Tó lygnin goymdi seg

FavoriteLoadingGoym tekstin