Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann

Orð: Amelia M. Hull
Lag: Edward G. Taylor, R.L. Haslup
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann,
nú í stundini lív fyri teg;
hygg tí, hygg upp á hann og verð bjargaður nú,
hygg á Jesus, sum ofraði seg!

Niðurlag:
Hygg, hygg, hygg og liv!
Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann,
nú í stundini lív fyri teg.

2. Hví hongur hann har sum eitt syndoffur tá,
um ei misgerðir tínar hann ber!
Hví flýtur úr síðu hitt reinsandi blóð,
um ei skuld tín nú út strikað er!

3. Ikki er tað tín bøn, tíni iðranartár,
tað er blóðið, sum loysa teg kann;
hygg á hann, sum hitt blóðið læt út fyri teg,
legg nú byrðina yvir á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin