Tað er morgun

Anker Eli PetersenTerji RasmussenKim Hansen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen og Kim Hansen

Ein kvørkveggja syngur við gluggan,
dreggjar í botnleysum dreymadýpi.
Eg vakni í einum floymi av hári,
náttarmøði og angandi vári.
Og í tveimum brúnum eygum,
spæla farnar dreymamyndir,
endurskin úr náttini,
ið spegla søtar syndir.

Og dagurin mennist í hvørjum,
skuggar av runnunum renna um rútin,
kaffiroykur og morgunrøddir,
fjákut bros og eymir vøddar.
Bróstini spenna seg
undir tunnum klæði,
nerta meg í stundini,
tá náttin missir ræði.

Tað er morgun nú og sólin bíðar
eystanfyri heyggin eftir mær.

Og eg fevni tað mjúka holdið,
tú luktar av svøvni og skúmandi sápu. Eg haldi at eg elski teg,
júst nú, tá tú fevnir meg.
Og tá sólin rísur, søkka vit
djúpt í morgunráðan,
rembast handan skýggini,
ið kransa himnabogan.

Tað er morgun nú og sólin bíðar
handan rundar heygar eftir mær.
Tað er morgun nú og sólin skínur
yvir bleytar heygar undir mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin