Tað er nokk, tað sum Jesus gjørdi

Orð: Trygve Bjerkrheim
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað er nokk, tað sum Jesus gjørdi!
Um av syndarum størstur tú var’,
ert tú boðin til brúdleypsborðið,
tí at sál tín er Honum so kær.

Niðurlag: Tað er nokk, tað sum Jesus gjørdi,
tað er nokk, tað sum Hann hevur sagt!
Tínar syndir tær hevur Hann sónað
og tær vunnið ta reinastu drakt.

2. Ei tær tørvar nú meira at ivast,
um Hans náði er nokk fyri teg,
tí Hans fullgjørda verk er tín hvíla;
far í friði við sangi tín veg!

3. Tað er nokk, tað sum Jesus gjørdi,
ber í deyðanum, dóminum við.
Eg vil byggja á náðiorðið,
einans Tað gevur ævigan frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin