Tað er ótrúligt

Símun Jóannesarson Hansen
Orð og lag: Donna Laist
Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

Tað er ótrúligt,
hvussu kærleiki tín heldur mær,
hvønn morgun og dag ert tú mær nær.
Upp um allan ótta
lyftir hond tín meg og varðar meg,
í ævir eg tæna vil bert tær.

Tú hvønn andadrátt mær gevur,
og hann fyllir meg,
ja, tú ert andans eldur mín!

Eg undrandi standi og fegnist um yndið hjá tær,
finni gleði og lív,
og kraftin av Himli vil lekja og varða,
til eg eri heima hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin