Tað er satt, Míni børn, so sum tit siga

Orð: Hans Inge Fagervik
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur 1975.

1. Tað er satt, Míni børn, so sum tit siga,
at Eg eri kærleiki,
at Eg elski syndarar
veit úr synd ein frelsuveg.

Niðurlag: Men tá ið Eg ikki Meg broyti
fyri Mær tó synd er synd;
og sjálvt um Eg elski syndaran
so hati Eg framvegis synd!
Tað er satt, Míni børn, so sum tit siga,
kærleiksfullur eri Eg.

2. Tað er satt, Míni børn, so sum tit siga,
eymur Faðir eri Eg;
at Eg aldri Meg kann broyta,
merki Mítt er kærleiki!

FavoriteLoadingGoym tekstin