Tað er so svárt at skilja

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 23. oktober 2008.

Tað er so svárt at skilja
Guds alvalds vísu ráð
og hansar kærleiks vilja,
tá deyðin herjar á,
og vára kæru fara,
tey leggjast undir mold,
og vit í sorgarskara
teim fylgja her av fold.

Tó mega vit tað trúgva,
tað til várt besta er,
tá deyðamødda dúgva
í annan bústað fer.
Um kærleiksbond enn bresta,
og andlit hvørva burt,
alt samvirkar til besta,
– brátt blómar lívsins urt.

Í deyðans urtagarði
har liggur lið um lið
tann ovurstóri skari
av teim, vit fylgdust við.
Tey sova bert og bíða
til tann uppreisnardag,
tá tey til lívs upp stíga
og syngja sigurslag.

Vit eitt sinn teimum møta,
sum her vit skiltust frá.
Tað verður fagnarløta,
tá vit tey aftur sjá
í endurføddum líki
við pálmagrein í hond
ein morgun í Guds ríki
á føgru himnastrond.