Tað er sól í míni sál í dag

Victor Danielsen
Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað er sól í míni sál í dag,
hin myrka náttin svann,
tí Jesus í mítt hjarta kom,
og sólskin mítt er hann.

Niðurlag: Tað er sólskin, summarsólskin,
meðan friðfult tíðin fer avstað;
Jesus hevur víst mær andlit sítt,
tí er sólskin her í dag.

2. Tað er spæl í míni sál í dag,
ein lovsongur til hann,
sum væl meg skilir, um ei orð
mín tunga finna kann.

3. Tað er vár í míni sál í dag,
tí er mær Jesus nær;
so syngur hjarta mítt um frið,
og blómur vaksa har.

4. Tað er lív í míni sál í dag
og vón, sum fyrr ei var,
av tí, sum Harrin gevur her,
og tí, hann lovar har.

FavoriteLoadingGoym tekstin