Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi

Orð: Trygve Bjerkrheim
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
tí Hann gjørdi tað alt fyri teg,
tá Hann gekk her hin tunga vegin
og á Golgata ofraði Seg.
Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
tað var júst fyri teg, Hann leið,
tømdi kalikin til síðsta dropa,
tí Hann aftur teg missa vil ei.

2. Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
sum um sjálvur tú gjørt hevði tað,
tá Hann víst fyri teg gekk í deyðan,
øll tín skuld tá varð goldin tann dag.
Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
ei teg frelsir títt strev og títt triv;
ei tað uppiber arvin hin dýra,
bara lít á Guðs Lamb og liv!

3. Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
rætt tú hevur til frelsunnar arv,
bara kom nú við tómum hondum,
tú skalt sanna, at synd tín hon hvarv.
Tað er títt, tað sum Jesus gjørdi,
eingin taka frá tær kann tín arv;
einki vika kann fullgjørda verkið,
tað er Guðs – ikki egið starv!

FavoriteLoadingGoym tekstin