Tað eru jól

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í november 2007.

Hoyri jólaklokkur ringja,
síggi eygu tíni blonk,
børn og vaksin øll seg gleða,
jólaljós í gluggum ronk.

Tað eru jól –
Tað er myrkt og kalt í kvøld,
jólastjørnan lýsir bjørt og fín,
kavafølv, hvítt vakurt lín.

Síggi jólaljós nú glampa,
síggi stjørnuhválvið bjart,
og í hjørtum birtist vónin,
bjørt er stjørnan, sum tú sært.

Tað eru jól –
Tað er myrkt og kalt í kvøld,
jólastjørnan lýsir bjørt og fín,
kavafølv, hvítt vakurt lín.

Hoyri jólaklokkur ringja,
síggi eygu tíni blonk,
børn og vaksin øll seg gleða,
jólaljós í gluggum ronk.

:: Tað eru jól –
Tað er myrkt og kalt í kvøld,
jólastjørnan lýsir bjørt og fín,
kavafølv, hvítt vakurt lín. ::

FavoriteLoadingGoym tekstin