Tað eru nøvn, mær verið hava kær

Orð og lag: Lela Long
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Jesus is the sweetest name I know

1. Tað eru nøvn, mær verið hava kær,
men einki, sum so dýrt er vorðið mær,
mínum hjarta kært,
søtt og dýrabart –
sum undurfulla navnið Jesus.

Niðurlag: Jesus er tað navn, mær kærast er,
ongum øðrum líkt,
yndisligt og ríkt.
Tí elski eg tað navn, av øllum ber,
áh, Jesus er tað navn, mær kærast er.

2. Ei finst í Himli ella foldum á
slíkt navn, vert allan heiður, dýrd at fá,
lov og prís hvønn dag,
hjartans takkarlag,
sum hetta dýra navnið, Jesus.

3. Og skjótt ein dag eg klárt skal síggja hann
og takka, at hans náði stór meg vann,
at hann loysti meg
við at ofra seg,
hin signaði Guds Sonur, Jesus.