Tað frættist nú

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Brynningsvísa)
Viðmerking: Yrktur tá ið konufólk fingu atkvøðurætt til kommunuval í 1902.

1. Tað frættist nú
og fregnast um land og um bý,
at konufólkaøldin hon rennur so ný.
:,: Um allan heimsins kring :,:
nú kemur várligt lot.
Nú verða konubrot!

2. Tí ungu Svannu longdist –
so var í forðum fljóð –
henni longdist at ognast tann sveinin,
hon var góð,
:,: tá gleddist hennar lund, :,:
hitt uttanveltað var,
hon ynskja kundi sær.

3. Nú sigur hon: at njóta
ein góðan svein er væl,
men fegin eg tó vildi, eg taldist upp í tal
:,: í valdra manna lið :,:
til stevnu og til ting
í menskra manna ring.

4. Tað skulu kallmenn vita,
vit hava eins gott skil
almannamál at flyta og gera uppskot til
:,: um sál og heilsubót :,:
fyri framfarafólk,
sum fylkjast vil í bólk.

5. Vit kallmenn siga allir:
tit komið heil og sæl!
Vit okkum til fylgdar alt gangist tykkum væl!
:,: Vit eru fegnir við, :,:
tit ei longur ganga støk,
men við okkum taka tøk.

6. Og ikki minst í Føroyum, har nýta vit tað mest.
Um kallar ella konur eru ringast ella best,
:,: ei spyrja vit um tað, :,:
tí fólkið tað er fátt –
tað er gott, ið er gott!

7. Tí siga allir Føroya menn, tit komið heil og sæl,
so eiðasørt vit ivast, at tit jú muna væl
:,: at flyta Føroya tjóð :,:
á føgru framburðsleið,
tað starv tit svíkja ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin