Tað gongur nokk

Orð og lag: Martin Joensen

Sært tú øll tey smáu húsini
har búgva fólk sum tú og eg
okkurt hús er reytt og okkurt gult
og okkurt grønt og okkurt svart
í summum er tað ljós
í summum myrkt
og summi hava seg fullkomiliga innibyrgt
og áðrenn tey sovna siga øll við einum munni
tað gongur nokk

Summi hava stereo og summi sjónvarp
summi hava seyð
onnur halda slettis ikki at sovorðið
er nakað fyri tey
og um kvøldið tá tey eru móð og troytt
smílast tey og síggja at als einki er broytt
og áðrenn tey sovna siga øll við einum munni
tað gongur nokk

Mamman vísir lítla eina blómu
og hann smílist uttan orð
gamli maður hugsar sítt
og sveittar av at turka sveittan burt
og øll tey smáu húsini tey bíða spent
eftir húsfólki ið sigur at als einki er hent
og áðrenn tey sovna siga øll við einum munni
tað gongur nokk

FavoriteLoadingGoym tekstin