Tað hav, ið brýtur her

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Edvard Grieg
Viðmerking: Yrktur í 1926.

1. Tað hav, ið brýtur her
um hesi veðurbitnu sker,
tað dró – og dregur enn,
uppelur rættar menn.
Og havsins bára bráð,
sum brýtur brøtt og skyggir blá,
ber skeið og smildrar skeið,
er okkar dýra leið.

2. Væl stýrdi køna hond,
tá kavaguvan fjaldi lond,
og brot í íðu vóð,
og brim í grasið stóð.
So manga skaðanátt
tit nýttu tykkar ytsta mátt
og tykkar besta skil
at leggja knørrin til.

3. Tit tektu Íslands strond
og jøkilsbrand við havsins rond,
har Rán í íðu svav;
tit royndu Grønlands hav.
Og summarsólin skein
á Føroya knørrir við Jan Mayen.
New Foundland skygdi blátt
á skaddagráu nátt.

4. Tit sigldu bardan knør
á heystarstund um Pentlandsfjørð,
so Clyde og Firth of Forth
teir kenna lagið várt.
Og Noregs gomlu sker
tey sóu tykkar fríu ferð.
Breyt mangan krapt og bratt
á leið um Kattegat.

5. Hátt tykkar verk er mett.
Nú flagg í topp, hvítt, blátt og reytt,
og havsins kvøði enn
tit kvøðið, havsins menn.
Og báran brøtt og blá,
sum mangan vandaleikin sá,
hon er – tað svitast ei –
vár egna, dýra leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin