Tað hevur tókt millum føroyinga gaman

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (Frisk op, frisk op, kammerater)
Viðmerking: Yrktur til føstugangsdans í Keypmannahavn í 1903.

1. Tað hevur tókt millum føroyinga gaman
onkuntíð leikti mín fótur so frítt
í gildiskála at reypa saman;
leikar mín hindin um vøllir vítt
tá borin at munni var mjaðarskál,
tá gjørdist í monnum mannamál,
leikar hon vítt, leikar hon frítt,
leikar mín hindin um vøllir vítt.

2. Tað hava føroyingar hildið sóma,
meðan teir mundu úr mjørkanum hóma
ein lítlan glotta framman fyri stavn,
at díkja tá á til at rógva upp havn.

3. Tað hevur verið Føroya siður,
at ongantíð skuldi bindast friður,
høgga ella stinga, tí leti var last,
stríða og strembast, til hjartað brast.

4. Stríð er á sjógvi, og strembing á landi,
blóðsprongdur mangur á slættum sandi
sjaggar pøstur til húsa heim,
spreingir so aftur í dans og gleim.

5. Dysjadólgin latum vær sova,
menskir menn lata hurð úr klova,
fugladúrur er teimum nóg nógv,
út skal koma innispunnið tógv.

6. Lat tí av várum útferðum fregnast,
at vær høvum tílíkum siðum gegnast,
so gerst heimferðin blíð og bjørt,
og Føroyum høvum vær hepni gjørt.

FavoriteLoadingGoym tekstin