Tað húsið, sum á Krist er bygt

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 5. oktober 2007

Tað húsið, sum á Krist er bygt,
tað stendur sjálvt í ódnum trygt.
Ei annan grundvøll nakar kann
her leggja, og sum hepnast man.
Tí trygg er Kristi klettagrund
– óvikandi á hvørji stund!

Sum hornasteinur Jesus Krist
er hús várt trygt, ja, tað er vist.
Tess tilfar er so oman á
profeta og ápostlanna.
Gud skapti oss sum bygning sín,
eitt heilagt hús til tín og mín.

Gud, hjálp tú oss at byggja svá,
at hús várt kann í ódnum stá.
Tann dag, tá eldur sýna skal,
um lívsverk várt var hepnast væl,
tá fjal meg, Krist, av náði bert,
tí alt í mær er einkisvert.

Í kletti tínum, Jesus Krist,
eg biðja vil um innivist;
tú lívd mær gev, ver skjøldur mín,
og leið meg um ta síðstu sýn,
so eg í tær og tú í mær,
ta veri sjón, ið Gud vár sær.