Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær

Orð: N.P. Nielsen
Lag: Heinrich von Nutzhorn
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær
og hvørjum, á jørðini livir,
tá vit mugu koma tí æviga nær
og stíga um markið tá yvir.

2. Tað kemur ein tími, kann vera, hann enn
kann tykjast langt burtur at síggja;
tó skelva í loyndum teir sterkastu menn
og vildu væl frá honum flýggjað.

3. Tað kemur ein tími, ein álvarsom stund,
tó mangur ei nógv um tað teinkir,
og tann, sum tá bygdi á svíkjandi grund,
skal bindast í ævigar leinkjur.

4. Tað kemur ein tími, tá snildi og kraft,
tá vit ella mót ikki røkkur,
og um tú títt álit í tí hevur havt,
í vónloysi ævigt tú søkkur.

5. Tað kemur ein tími, tá gerast skal av,
hvønn veg tú á fold hevur stundað,
og um á ta frelsu, sum Gud frítt tær gav,
í tíð tú títt hús hevur grundað.

6. Tað kemur ein tími, og mást tú tá tó
í tíð um tað hugsa og minnast,
tá eingin, sum vanvirdi Kristi blóð,
í Himlinum inni skal finnast!

FavoriteLoadingGoym tekstin