Tað kostar meir, enn tú í huga hevur

Orð: Hans Adolf Brorson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í mars 1967. Nýggj týðing í juni 2007.

Tað kostar meir, enn tú í huga hevur,
at vera trúgv í tí, sum Gud oss gevur,
í kærleiks fyrstu kraft so stinn at stá,
til vit av stríðsins vølli aftur gá.

So mangan eg má drýpa niður høvur,
tí straks so varð mín fyrsti logi gløður,
og Andans agi beit als ikki á,
nei, eldsløkkingur mestsum var at sjá.

At vaka, biðja ei eg átti megi,
eg snúði sál og sinn at heimsins gleði;
og falsað varð alt meir og meir í mær
tað reina sinni mítt, sum Jesus sær.

Eg flógvur gjørdist alt, sum dagar liðu,
av mjáa vegnum føtur mínir gliðu,
hann tóktist tungur, og eg valdi tá
at vála visin breiða vegnum á.

O Krist, ið trúgvur støðugt er mær vorðin,
av góðsku lív tú læt, til hvíldar borin,
tú gev mær mátt, so eg til evstu stund
skal roynast trúgvur tær í sál og lund.

Tá meinbogar á mínum leiðum liggja,
lat lívsins krúnu gjøgnum myrkrið skyggja!
sum sjálvur tú ein dag mær handa skal,
– tað styrkir, og tað stimbrar meg so væl.