Tað kundi verið so gott

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Standi her í skýmingini,
síggi tíni brotakøst í briminum.
veitsluskrýddir telduvargar
skráseta títt heljarstríð og yppa øksl …

Tað kundi verið so gott
– so gott…

Túnatøgn og tómar hendur,
gamlamannaeygu stara stúrandi.
Uppsagdur og niðurgjørdur
veingjabrotin ungdómur í gøtunum.

Tað kundi verið so gott
– so gott…

Standi her og hómi skuggar,
– tvingsilssøluandar millum húsini.
Ferðabúgvið stendur húskið
bivandi og bíðar eftir bussinum …

Tað kundi verið so gott
– so gott…

FavoriteLoadingGoym tekstin