Tað lið er trongt, tann gøtan smøl man vera

Orð: H.M. Jacobsen

1. Tað lið er trongt, tann gøtan smøl man vera,
sum ber til lívs, so hevur sannur mælt.
Ei kunna vit ta gøtu breiða gera,
um enn vit royna megn og vitið alt.
Bert einans leið til lívið ber,
og trongt er liðið, smøl tann rætta gøtan er.

2. So mangur vísur royndi her sítt snildi
at finna lættan veg til ljósins land;
men einki hjálpti, einki bata vildi,
tað hús, hann bygdi, grundað var á sand,
tí fell tað brátt, tá ódn brast á,
og sorlað sundur mikla vísdómsverk hans lá.

3. Um smøl er gøtan, sum til lívs man bera,
hon er tó gongd, um hann vit líta á,
sum kann og vil hvørs hjálparmaður vera,
sum ikki fram við egnan mátt kann ná.
Hon ógongd er, um ikki vit
á Harran Jesus Kristus seta alt álit.

4. Lov, tøkk og prís tú fái, Jesus góði;
títt verk er stórt, tað vert at prísa er,
tú bjarging vanst við tínum halga blóði
til hvønn, sum sær, at bjarging neyðug er;
tú vegur ert til lívsins land,
og hagar annar vegur aldri bera kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin