Tað lív, eg nú eigi, ei fjalast tað kann

Orð: Røhr-Staff
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað lív, eg nú eigi, ei fjalast tað kann,
tað lívið er Kristus í mær!
Tað lívið eg fekk við at trúgva á Hann,
tá føddur av nýggjum eg varð.

Niðurlag: Mítt hjarta nú mettað av vælgerðum Guðs
kann njóta hvønn einasta dag;
fram vellir ein kelda, eg drekka kann av,
frá Guðs faðirshjarta hvønn dag.

2. Hvør sæl er tann sáttargerð Hann hevur framt,
tá Hann fyri heimin seg gav;
í mær hesin sáttargerðsdagur upprann,
nú neyð mín í ævir er av.

3. Sum vársólin floymir Guðs vælgerðarsól,
í rósunnar Saron er vár!
Í Kristusi sprettur úr moldum mítt lív,
og blómar í endaleys ár.

4. Eg ferðist ei longur á glatanar veg,
nei, Kristus eg nú havi valt!
Mítt lív stendur blómandi, fræls er mín sál,
Hann er nú mítt eitt og mítt alt.

FavoriteLoadingGoym tekstin