Tað lív, eg nú livi, er Kristusi givið

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tað lív, eg nú livi,
er Kristusi givið,
av sonnum ber brá av tí himmalsku verð;
tó myrkir um heimin
gerst ljósari leið mín
til Heimið tað hagar eg eri á ferð.

Niðurlag: Aftur og aftur meg Andin áminnir,
at søkja eitt djúpari lív við mín Guð,
til tess at Hans avmynd ígjøgnum meg strálar,
so heimurin sær, at Hann valdi meg út!

2. Eg fall í ta snaru,
at søkja Guðs æru
við lóg, tó við blóði varð goldin mín skuld!
Guð sjálvur meg keypti,
Hann ikki mær slepti,
við trúnni á Navn Hans mín synd øll varð huld.

3. Um Jesus eg syngi,
eg frið havi fingið,
Hann bar mína synd og Hann hoyrdi mítt róp.
Við trúnni á Orðið
og blóðið eg tori,
at trúgva meg frelstan frá synd gjøgnum dóp.

4. Mín sál á sær kennir,
skjótt stundin upprennur,
tá Jesus tey heintar, sum her hava trúð.
Statt búgvin, mín vinur,
ver íðin, ei linur,
at Hann teg kann lata í snjóhvítan skrúð.

FavoriteLoadingGoym tekstin