Tað lívið á foldum

Orð: Johan í Høgeil
Lag: Leon Payne

Tað lívið á foldum vit liva
sum tíðin umskiftandi er
Tað lívið við gleði vit nýta
Umsíðir tað sorgina ber

í ungum og friðastu árum
tá hjarta í kærleika slær
tá finna hvørt annað tey ungu
tá finna hvørt annað tey kær

mær untist tað fagrastu blómu
var vøkur sum vársólin reyð
og hana jé hevði so kæra
men nú er hon følna og deyð

Nú eina jé eftur má verða
til lívssólin søkkur í kav
til landið har blómurnar savnast
jé komi um deyðamyrkt hav

har veit jé, jé aftur skal finna
tað blómu jé hevði so kær
og at hon um øldir og ævir
ei aftur skal følna sum her

til hana sum jé ei kann gloyma
til stundar mín langtandi trá
at harrin skal blómuna goyma
um ævir ei skiljast vit tá

FavoriteLoadingGoym tekstin