Tað livir ein songur, eitt undurfult lag

Orð: Hjalmar Ruud
Týtt: Victor Danielsen

1. Tað livir ein songur, eitt undurfult lag,
sum er sokkið mær djúpt í mítt sinn,
sum fyllir mítt hjarta, ger ljósan mín dag –
tí ein Himmal er komin har inn.

2. Tann song kann eg syngja, so ofta eg vil,
tí alsamt hann í hjarta mær er;
og eym er hans rødd, sum meg kallaði til
sær ein vitnisburð fram bera her.

3. Ver treystur! hann sigur; tí sælan er tín,
sum á krossin tær vón hevur bygt;
lat Andan teg mynda til tænara mín,
hvíl teg á mínum lyftum bert trygt!

4. Ein dag eg við Guds børnum syngja skal, har
sum øll gøtan av gulli er løgd,
tá frígjørdi andin mín Frelsara sær,
hoyrir orð, sum ei her eru søgd.

FavoriteLoadingGoym tekstin