Tað ofta er í deyðans skuggadølum

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Jákup Dahl

Tað ofta er í deyðans skuggadølum,
at myrkur dregur fyri lívsins sól;
mær sýnist stongt í ljósins gleðisølum,
sund lokin øll og byrgt upp í hvørt skjól.
O, Guð, lat tú tó altíð skína
mær opnan himin tín,
so dýrd eg skoði tína!

2. Tað ofta er á trongum lívsins breytum,
at treystið bilar til at bjarga sær,
mær kemst ei fram úr freistingum og treytum,
eg falla má, um tú ei bjargar mær.
O, Guð, lat andan oman stíga
og styrkja andan mín,
tá niður hann vil níga.

3. Tað ofta er í heimsins káta gleimi,
at ikki hoyrist lívsins friðarmál,
tað hoyrist ræðsludun í tíðarstreymi,
men eingin rødd, ið uggar rædda sál.
O, Guð, lat mál títt hægri ljóða,
at eg hoyri tína reyst
meg kalla barn títt góða.

4. Og tá ið deyðans tyngd á eygu sígur,
tá sýn mær opnan dýrdarhimin tín,
og tá ið hold mítt troytt til hvíldar nígur,
o, send tín anda til at styrkja mín,
og tá ið letist aftur oyra,
hin gleðiboðskapin
um Jesus lat meg hoyra!

FavoriteLoadingGoym tekstin