Tað ríka ljóðið

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hardenack Otto Conrad Zinck (Á Guð aleina)

1. Tað ríka ljóðið,
tú hoyrir meiri nær.
Lív birtist, góði,
av nýggjum fyri tær;
og tú skalt smíla,
tá Jesus tekur teg,
og tú skalt hvíla
sum her í vøgguni,
í gleði smíla,
tí einki ræðir teg.

2. Har eingin grætur,
og eingin pína er,
ei myrkar nætur,
sum undir homrum her.
Teg einglar leiða
í Harrans blómugarð,
og tú skalt eiga
so vøkur blomstur har,
sum her vit breiða
á svørðin fyri tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin