Tað, sum hesin heimur metir dárskap, valdi Guð Sær út

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1993.

1. Tað, sum hesin heimur metir dárskap, valdi Guð Sær út
til at gera tað til skammar, sum so stórt og sterkt sær út!
Kraft Hann gevur til at møta tí sum frammanfyri er,
syndabyrði mína tók Hann, meg mót Andans hæddum ber!

Niðurlag: Nátt eg havi Zions tindar, kastað av mær Moloks haft,
kenni Andans olju flóta, gangi fram í Andans kraft;
trælahúsið gloymt eg havi, Jordan afturum meg lagt,
og Egyptalandi endaligt farvæl eg havi sagt!

2. Upp á Garizim eg stevni, *signingin meg lyftir, ber,
ja, ein kelda til mín opnað nú í Dávids húsi er.
Kána’ans sabbatshvíld eg njóti, sál mín endurloyst og sæl
undir Zions syfristrøum syngur glað til sittarspæl:

3. Skalt tú náa heilt til Nebo, Kána’ans føgru eingir sjá,
síggja onnur stevna hagar, skunda sær um dópsins á,
men langt burtur sjálvur standa, dópsins vatn ei stíga í,
aldri smakka lyftislandið, aldri sangin tríva í:

4. Gakk ímóti Ánaks synum, tak tær Andans svørð í hond,
elt teir líka til Bet-Bára, brót har teirra ok og bond!
Týn teir har við Ze’ebs vínfarg og við Órebs klett teir slá,
so at yvir Kána’ans víddir gellir tínum hjarta frá:

5. Um enn Ziklag títt av óumskornum alt er brent í grund,
um enn onnur bert tær darva, máttleys, givin, troytt í sál og lund,
halt avstað um Besordalin, trúarinnar dirvi sýn,
deil við systkini í Esjtemoa sigurssangin tín:

FavoriteLoadingGoym tekstin