Tað tykist, sum at mong nú munnu hóma

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 26. januar 2009.

Tað tykist, sum at mong nú munnu hóma,
at fikutræið farið er at blóma,
og summarið nú helst er komið nær,
tí alskyns tekin síggjast víða hvar.

Nú henda jørð seg sára illa gremur
av sárseykum, sum mannaættin fremur.
Tí dálkað eru luft og land og hav
og føðin øll, sum góði Gud oss gav.

Vit vita ei, nær tólvta slag er sligið,
tí systrar, brøður: Vakið nú og biðið!
so ferðabúgvin øll vit vera, tá
vár brúðgómur í skýnum er at sjá.

Sæl er tann brúður, sum ta stund kann vaka!
hann hana heim í himmalin skal taka.
Gud gævi, at vit øll tá finnast har,
tá heimsins klokka tólvta slagið slær.

FavoriteLoadingGoym tekstin