Tað var ein fagran summardag

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Ókendur uppruni

Tað var ein fagran summardag,
ein ternubøga var so glað,
hon átti lítlar pisur tvær,
og fegin teimum føði bar.

Hon leitaði á sjógvin burt,
og stoytti sær, og fekk ein murt,
og vendi heim, men vardi ei,
at maður lúrdi har um leið.

So sum hon fleyg, ein byrsa brast,
tað sveið í kjósini so fast,
úr brotnum beini blóðið rann,
í andaleypi heim hon vann.

So sára lítil pisa læt:
“O mamma, mamma, gev mær mat,
vit eru kaldar, svangar við,
hví vermir okkum ei tín lið?”

“Hví ert tú køld; hví ert tú vát?
O, móðir, hoyr vár tunga grát,
hví ert tú stív, hví ert tú reyð?
O, hoyr, vit rópa hart av neyð.”

Tær dugdu ei at skyna á!
At deyð hon var. Tær neyðar smá!
Íhungri doyðu báðar tvær.
O, betur eingin byrsa var.

FavoriteLoadingGoym tekstin